Premier League dómari til dystin KÍ-Riga FC

Vøllurin við Djúpumýru fer at hava ein ráka av Premier League

Í annaðkvøld klokkan 18.30 spælir KÍ fyrra røkk støkk dystin móti lettiska liðnum, Riga FC um rættin at kappast í deildarspælinum í Conference League.

 

Tað verður nakað so forkunnugt sum ein Premier League dómari úr Onglandi, ið fer at leiða dystin.

 

Dómari verður 30 ára gamli, Samuel Barrott sum hevur verið dómari í Premier League síðani 2024. Sama árið gjørdist Samuel Barrot altjóða dómari.

 

Millum 2020 og 2024 dømdi Samuel Barrott dystir í The Championship, League One og League Two, so hann hevur væl av royndum.

 

KÍ (FRO) vs. RIGA FC (LVA)

 

Dómari: Samuel Barrott ENG

 

Hjálpardómari 1: Adam Nunn ENG

 

Hjálpardómari 2: Wade Smith ENG

 

Fjórði dómari : Farai Hallam ENG

 

VAR dómari: Darren England ENG

 

VAR hjálpardómari: James Bell ENG

 

UEFA dómaraeygleiðari: Stefan Meßner AUT

 

UEFA umboð: Svitlana Shkilʹ UKR