Føroysku prestarnir framvegis ongan nýggjan sáttmála við fíggjarmálaráðið Prestafelagið og fíggjarmálaráðið hava framvegis ikki skrivað undir sáttmála, og tí verða eingir prestar settir í fast starv. Størv eru leys, men tey verða fyribils røkt av avloysarum.
- Prestafelagið hevur fingið uppskot til sáttmála, og uppskotið verður nú kannað hjá danska prestafelagnum, sigur formaðurin, Jákup Reinert Hansen, við útvarpið hjá krinvarpinum.
Jákup Reinert Hansen sigur seg vóna, at setanarviðurskiftini koma í rættlag í heyst, so leysu prestastørvini kunnu lýsast leys, og prestar kunnu setast í størvini frá 1. januar.
Prestastørvini, sum ikki kunnu setast, eru størvini í Kvívík og á Gjaranesi.