Prestur fekk asnaspark úr fólkakirkjuni

Hans Eiler Hammer heldur, at Jóannis Fonsdal misti sítt starv í fólkakirkjuni orsaka av trúfesti

Tað var trúfesti ímóti skriftini og ikki manglandi fígging, sum fyrr í ár kostaði Jóannis Fonsdal prestastarvið í høvuðsstaðnum.
Tað skrivar Hans Eiler Hammer, sóknarprestur, í eini viðmerking í bløðunum í dag.
Hann byrjar viðmerkingina við at greiða frá hátíðarløtuni, tá ið Jóannis Fonsdal varð prestvígdur í Dómkirkjuni. Eitt av orðunum til nýggja prestin var, at hann skuldi verða trúfastur ímóti skriftini.
 Sum tín starvsfelagi vil eg her bera tær eina hjartans tøkk fyri títt trúfesti ímóti tí uppgávu, sum á hesum hátíðardegi bleiv løgd á tínar herðar. (...) At hetta títt trúfesti, nú 17 mánaðar seinni, hevur kostað tær títt starv í Hini Føroysku fólkakirkjuni harmist eg stórliga um tína vegna, familjurnar vegna og Føroya fólks vegna, skrivar Hans Eiler Hammer millum annað í viðmerkingini. Og hann sigur víðari:
 Ja, okkurt skal barnið eita, tá tú frá kirkjunnar leiðslu og kirkjumálaráðnum fært at vita, at tað ikki er peningur til, at tú kanst halda áfram í starvi tínum. Tó eru vit fleiri, sum vita og hava sæð á skrift, at hetta er ein duld orsøk!
Jóannis Fonsdal hevur nú fingið nýtt starv. Tað er við Emdrup kirkju í Danmark.
 At tú hin 1. september byrjar í sóknarprestastarvi við Emdrup kirkju í Keypmannahavn eftir, at tú hevur fingið asnasparkið úr hini Føroysku Fólkakirkjuni av prósti og biskupi, fegnist eg tína vegna um, skrivar Hans Eiler Hammer.
Viðmerkingin hjá sóknarprestinum í Klaksvík kann lesast í fullum líki aðrastaðni í blaðnum.