Kortini er prísvøksturin á mati og drykkjuvørum framvegis stórur samanborið við aðrar vørur og tænastur.
Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Sostatt er brúkaraprístalið eitt mát fyri prísvøkstur í Føroyum, sum eisini verður nevnt inflatión. Nýggjasta uppgerðin er fyri augustmánað í ár.
##med2##
Lakari prísvøkstur seinasta árið
Prísvøksturin frá august 2024 til august 2025 var 1,1 prosent. Hóast prísvøksturin er minkaður seinasta árið, kann tað kennast øðrvísi fyri húsarhaldini, tí prísirnir eru hækkaðir 20 prosent seinastu fimm árini.
##med3##
Misjøvn prísgongd
Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Av teimum telja matur og drykkjuvørur mest í samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi.
Hinvegin eru aðrar vørur og tænastur, ið tálma prísvøkstrinum. Rentuútreiðslurnar eru lækkaðar nógv. Prísirnir á klæðum og skóm eru eisini lækkaðir seinasta árið.
##med4##
Prísirnir á rúsdrekka og tubbaki eru hækkaðir næstan fimm prosent.
Matvørurnar dýrka framvegis
Í august 2025 vóru mat- og drykkjuvørur sløk fimm prosent dýrari enn sama mánað í fjør. Seinastu fimm árini eru mat- og drykkjuvørur dýrkaðar næstan 30 prosent.
##med5##
Tá hugt verður nærri at hvørjar mat- og drykkjuvørur, ið hava verið fyri prísvøkstri seinasta árið, sæst, at serliga kaffi, te og kakao er dýrkað. Prísvøksturin er næstan 30 prosent. Smør, margarin og oljur eru meir enn átta prosent dýrari nú. Prísvøksturin á kjøti er meir enn seks prosent. Av kjøtvørum er tað neytakjøt, sum er dýrkað mest. Hinvegin er prísurin á flogfenaði lækkaður nakað seinasta árið.
##med6##
Prísvøksturin á frukt er næstan fimm prosent, meðan grønmeti er eitt prosent dýrari nú, enn tað var í august í fjør.
Rentur tálma vøkstrinum
Prísirnir á nýtsluni hjá húsarhaldunum til býli eru í miðal lækkaðir næstan seks prosent frá august í 2024 til august í 2025.
##med7##
Miðalrentan er lækkað 30 prosent seinasta árið, og tað togar prísvøksturin niður. Hinvegin er prísurin á húsaleigu hækkaður sløk tólv prosent.
##med8##
Lakari prísvøkstur enn í ES-londunum
Árligi prísvøksturin í Føroyum er lakari enn miðalprísvøksturin fyri ES-lond, sum er 2,0 prosent. Prísvøksturin í Finnlandi er enn lakari — hann er 0,5 prosent. Prísvøksturin í Svøríki er 1,1 prosent eins og í Føroyum. Prísvøksturin í Danmark er 2,0 prosent. Størstur er prísvøksturin í Íslandi, har hann er 3,8 prosent. Í Noregi er prísvøksturin 3,5 prosent.
##med9##
Í hesi samanberingini skal leggjast upp fyri, at brúkaraprístalið fyri ES-londini er gjørt við støði í evropeiska harmoniseraða brúkaraindeksinum HICP, sum merkir, at prísbroytingar fyri húsaleigu ikki eru við.
Stutt um brúkaraprístalið og prísvøkstur
Prísvøkstur ella inflatión er eitt mát fyri, hvussu nógv brúkaraprístalið er hækkað. Brúkaraprístalið mátar prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Tað merkir, hvussu nógv húsarhaldini skulu rinda fyri tær vørur og tænastur, sum tey keypa. Um árligi prísvøksturin er fimm prosent, so skal ein rinda 105,- krónur fyri at keypa somu vørur og tænastur, sum ein kundi keypa fyri 100,- krónur árið frammanundan.
Tá prísvøksturin er stórur, verður peningurin í roynd og veru minni verdur, tí tú fært færri vørur og tænastur fyri somu upphædd. Tað merkir, at keypiorkan hjá húsarhaldunum minkar, um inntøkan ikki veksur eins nógv.
Prísirnir á vørum broytast ymiskt yvir tíð, og vektargrundarlagið er avgerandi fyri, hvussu stóra ávirkan prísbroytingarnar í teimum ymsu vørubólkunum hava á brúkaraprístalið.
Hagstovan ger mánaðarliga uppgerð av brúkaraprístalinum fýra ferðir árliga – í februar, mai, august og november. Uppgerðin verður gjørd eftir altjóða leisti, sum ger tað møguligt at bera saman prísbroytingar við uppgerðir av prísbroytingum hjá øðrum londum, ið framleiða brúkaraprístalið eftir sama altjóða leisti.
Tað finnast eisini onnur vísitøl fyri prísgongd, m.a. fyri vørur og tænastur framleiddar til annað enn endaliga húsarhaldsnýtslu og tann sonevndi BTÚ-deflatorurin, ið er mát fyri samlaðu prísgongdina á øllum vørum og tænastum framleiddar í einum búskapi. Brúkaraprístalið er sostatt eitt av fleiri mátum fyri inflatión í einum búskapi.