Privata vinnan skal sleppa framat

– Tað tykist løgið av Vága Floghavn at skapar »know how« við at lokka privatar veitarar at koma við góðum hugskotum

– Tað tykist løgið av Vága Floghavn at skapar »know how« við at lokka privatar veitarar at koma við góðum hugskotum.

 

Tað sigur Rodmundur Nielsen, løgtingsmaður Fólkafloksins, sum undrast á ta viðferð, sum Vága Floghavn sýnir privatum veitarum, sum hava bjóða upp á tæanstur í nýggja terminalinum á Vága Floghavn.

 

Hann sigur, at sjálvandi eigur privata vinnan at sleppa framat, og hann heldur tað vera sera løgið av Vága Floghavn at koyra ein handil á dyr, sum hevur men seg á flogvøllinum seinastu 23 árini.

 

– Vit sóu fyri okkum, at privata initiativið fór at sleppa fram viftunum av tilboðum, sum fóru at vera í Vága Floghavn, sigur Rodmundur Nielsen, sum má staðfesta tað mótsætta: At almenna felagið Vága Floghavn leggur seg á alt virksemi á flogvøllinum.

 

Hoyrið samrøðu við Rodmund Nielsen á Rás2 við at trýsta á pílin undir myndini.

 

Lesið eisini: Kenna seg illa viðfarnar av Vága Floghavn