Privatari enn aðrar

Landingarmiðstøðin, sum Barið rekur í Havn og sum Landingarmiðstøðin við Toftagjógv nú rekur á Toftum, kunnu kanska sigast at vera meiri “privatar” enn aðrar landingarmiðstøðir í Føroyum annars.
Vit kunnu siga, at aðrar miðstøðir kanska í størri mun eru knýttar at skipum, bátum og sølufeløgum, enn hesar báðar eru.
Landingarmiðstøðin, sum Landingarmiðstøð Føroya rak í Klaksvík, hevur verið stongd síðan í mars, og í løtuni eru ikki útlit til, at henda letur uppaftur í bræði.
Uppi í Landingarmiðstøð Føroya er eisini landingarmiðstøðin á Toftum, sum eisini læt aftur í mars, men hendan læt uppaftur longu í apríl eftir avtalu við bústjóran, Eyðfinn Jacobsen, advokat.
Á Tvøroyri gav landingarmiðstøðin eisini skarvin yvir, men her er tað eitt felag, sum Delta Seafood og Varðin varða av, sum rekur virksemið.