Privatisering einasta rætta

Sámal Petur í Grund heldur, at samferðslukervið eigur at verða privatiserað, so skjótt privat feløg eru til reiðar at taka uppgávuna

? Tað er púra skeivt at siga, at tað ikki ber til at privatisera samferðslukervið.

Hetta heldur Sámal Petur í Grund úr Sjálvstýrisflokkinum, sum er fyrrverandi landsstýrismaður í samferðslumálum og nú varalimur í vinnunevd løgtingsins.

Sámal Petur í Grund heldur ikki, at Strandfaraskip Landsins virkar væl sum alment felag. Men fer felagið at verða rikið av privatum, ivast Sámal Petur í Grund onga løtu í, at tað fer at virka munandi betur.


Krevur treytir

Tingmaður Sjálvstýrisfloksins heldur kortini ikki, at samferðslukervið bara skal privatiserast og so virka sum best ber til.

? Neyðugt er, at allir møguleikar verða kannaðir fyrst, so vit fáa eina trygga og álítandi skipan. Og tá leiðirnar verða privatiseraðar mugu vit seta treytir til tænastustøðið og til ein samanhang í sjálvum infrastrukturinum, vísir Sámal Petur í Grund á.

Eftir ætlanini, sum Sámal Petur í Grund hugsar sær, verður Strandfaraskip Landsins ikki tikið av sum stovnur, hóast allar leiðir verða privatiseraðar. Sámal Petur í Grund hugsar sær Strandfaraskip Landsins sum sambindingarlið millum ymsu arbeiðstakararnar. Eisini skal Strandfaraskip Landsins leggja ferðaætlanina.


Fáa blokk

Sámal Petur í Grund er als ikki samdur við teimum, sum siga, at tað ikki fer at privatisera tær farleiðirnar, sum geva undirskot.

Eins og uppskotið hjá Bjarna Djurholm leggur upp til, heldur Sámal Petur í Grund, at feløgini skulu fáa stuðul frá landinum fyri at røkja eina leið, sum hjá Strandfaraskip Landsins gevur undirskot.

? Suðuroyarsiglingin hevur eitt hall á umleið 6 milliónir um árið. Tekur ein privatur á seg uppgávuna at røkja suðuroyarsiglingina, eigur hesin at fáa ein stuðul á millum 5 og 6 milliónir, soleiðis at tað ber til at røkja uppgávuna. Og tað fer heilt vist at geva eina væl virkandi skipan, sigur Sámal Petur í Grund.

Sámal Petur í Grund heldur, at tað saktanst kann gerast eitt gullnám hjá privatum at taka á seg eina leið, sum í dag gevur undirskot.

Sámal Petur í Grund starvast sjálvur sum stýrimaður umborð á Ternuni I, sum siglir millum Skálafjørðin og Havnina fyri Strandfaraskip Landsins. Hann heldur, at hendan leiðin hevði virkað ógvuliga væl við einum nýggjum skipi, um hon var á privatum hondum.