Privatmonopol verri enn statsmonopol

- Tað er ikki vist, at alt, sum fer fram í dag við sølu og samanleggingum í stórar konsernir, verður hildið at vera rætt um nøkur ár, sigur Olaf Olsen, sum heldur, at bylgjan, sum er yvir okkara parti av heiminum, er farin at líkjast privatmonopoli, sum hann heldur vera verri enn statsmonopol

Samanleggingar

Nú fyritøkur javnan verða seldar og lagdar aftrat øðrum fyritøkum, hava vit spurt Olaf Olsen, sum hevur verið reiðari og stjóri í mong ár, hvat hann heldur um hesa gongd.
- Tað er ein generell bylgja, sum er uppi í tíðini, har at kalla alt skal leggjast saman. Vit kenna planbúskapin og statsmonopolini, sum eitt nú eyðkendu londini eystanfyri. Eg haldi, at tað, sum hendir í dag, meira og meira líkist privatmonopoli, har fyritøkur gerast so stórar og sterkar, at sjálvt stjórnirnar í einum landi, sum er illa fyri, kunnu verða við undirlutan.
Olaf vísir á, at fær ein stór privat fyritøka við stórari fíggjarorku og stórum aktiviteti ikki sín vilja í einum landi, sum er verri fyri, kann hon bara hótta við at rýma, og tá kann hetta gerast rættiliga vandamikið fyri eitt samfelag.
- Eg ivist stórliga í, um alt, sum fer fram í dag við sølu og samanleggingum, fer at vera hildið at vera tað rætta um nøkur ár.
Hann heldur, at bylgjan, sum er yvir okkara parti av heiminum í
løtuni, alt meira er farin at líkjast privatmonopoli, sum hann heldur vera verri enn statsmonopol.
- Eg trúgvi, at hesar samanleggingar í stórar konsernir avgjørt fara at vísa seg við sínum negativu síðum, sum árini ganga. Tíðin er broytt, og tað er hugburðurin eisini, sigur Olaf Olsen.

Tað er freistandi

Meðan útlendingar hava keypt ognir upp í Føroyum, hoyrist lítið um, at føroyingar gera nakrar serligar íløgur í øðrum londum. Eisini okkara nærmasti granni, Ísland, sum vit plaga at samanbera okkum við, hevur gjørt stórar íløgur í útlandinum seinastu árini ? og eisini í Føroyum.
Olaf Olsen sigur seg ikki vita um nakrar serligar íløgur hjá føroyingum uttanlands, men nevnir, at P/F Vónin eitt nú hevur gjørt íløgur í Grønlandi og Kanada.
Spurdur, um hann heldur, at sølur av partapeningi og feløgum snúgva seg um, at nakrir fáir vilja skúma róman, sigur hann:
- Nei, tað veit eg ikki, men tað er sjálvandi freistandi hjá teimum at selja, sum fáa eitt gott tilboð - og tá er tað líka mikið, hvønn vit tosa um.

Hugburðurin broyttur

Í nøkur ár var Olaf Olsen løgtingsmaður, og eitt skifti var hann eisini landsstýrismaður.
Sum heild, hevur áskoðanin hjá føroyingum verið, at útlendingar skulu ikki sita við meirilutanum í føroyskum vinnulívi.
Eru karmarnir nógv broyttir, nú útlendsk feløg í størri og størri mun vilja keypa upp føroyskt vinnulív, spurdu vit vinnulívsmannin:
- Karmarnir eru broyttir nakað, tó ikki so nógv. Eg haldi, at hetta meira snýr seg um at útnytta karmarnar, sum eru ? nú meira enn áður.
Olaf Olsen vísir á, at tá ið ræður um veiðiliðið, kunnu útlendingar ikki eiga meirilutan.
- Men í øðrum førum kunnu teir eiga meirilutan ? í summum førum við ávísum avmarkingum, sigur hann og vísir á, at útlendingar saktans kunnu keypa meirilutan av partapeninginum í feløgunum, sum eiga Havsbrún.

Óvitandi um Havsbrún

At enda sigur Olaf Olsen seg slett ikki duga at meta um, hvat fer at spyrjast burtur úr áhuganum hjá norðmonnum í Havsbrún.
- Persónliga eigi eg einki í felagnum, men Vónin eigur ein lítlan part av partapeninginum í Dagsbrún, sum er eitt av trimum feløgum aftanfyri Føroya Fiskaídnað, sum eigur meirilutan av partabrøvunum í Havsbrún.