Prix Føroyar komandi vikurnar

   

Prix Føroyar er ein tónleikakapping, sum Norðurlandahúsið í Føroyum skipar fyri í samstarvi við Føroya Undirhaldstónleikarafelag (FUT), Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya. Kappingin hevur verið hildin annað hvørt ár síðani 1995.

Kappingin er skipað við fimm innleiðandi umførunum, har vinnarin í hvørjum umfari kemur í finaluna. Bólkarnir, sum enda sum nummar 2 til innleiðandi umførini, skulu kappast í eini hálvfinalu, har vinnarin fær seinasta finaluplássi.

Øll tey innleiðandi umførini verða hildin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Finalan verður í Norðurlandahúsinum í Havn.

29 bólkar eru við í kappingini í ár. 6 bólkar sleppa í finaluna.

1. umfar, 25. jan. kl. 21.00
Flux
S.C.A.T.G.O.H
Headache Blues Treo
Søren Søgaard
MC Hár
Human Chaos
Vinnari: MC Hár
Nummar 2: Headache Blues Tro

2. umfar, 1. februar kl. 21.00
Déjá Vu
Mind?s Eye
onkikanndiskuterast.alt kann
Speaker
Holgar og Villmenn

3. umfar, 15. febr. kl. 21.00
Bracket
Crashwave
Mary?s Baby
Lawetz
Krit
Masha (fluttir frá 2. umfari)

4. umfar, 22. februar kl. 21.00
Makrel
Chain
Side Effect
Fluffy Toys
MMM
Páll Finnur Páll

5. umfar, 8. mars kl. 21.00
Týr
Zink
Blív
Jam
Gestir
Hatespeech

Hálvfinala,
15. mars kl. 21.00
Allir bólkarnir, sum endaðu sum nummar 2 í teimum fimm innleiðandi umførunum, kappast um eitt pláss í finaluni

Finala, 26. apríl
Tann stóra finalan í Norðurlandahúsinum. Seks finalistar kappast um sigurin í kappingini og møguleikan at spæla á donskum festivalum.

Dómarar
10 dómarar meta um framførslurnar hjá bólkunum til tey innleiðandi umførini. Teir geva bólkunum stig fyri teir ymsu partarnar av framførsluni. Stigini hjá øllum dómarunum verða tald saman, og síðani verður vinnarin funnin. Í finaluni eru 28 dómar-ar.

Vinnarar
1995: Moira
1997: Mark No Limits
1999: Taxi
2001: Clickhaze

Atgongumerki
Atgongumerki til innleiðandi umførini kunnu keypast á Kunningarstovunum kring landið, í Mylnuni í Miðvági og á Shell-støðini í Gøtudali. Eisini ber til at keypa atgongumerki á www.billetmaskinen.dk. 600 fólk sleppa inn til hvørt umfar.

Bussar og ferja
Í sambandi við kappingina leygarkvøldið koyra bussar til og frá tiltakinum.
Bussar fara úr Vestmanna, Sørvági og úr Havn kl. 20.00
Bussar fara av Toftum og Strondum kl. 20.30. Teir steðga ávíkavist í Leirvík og í Gøtu kl. 20.50.
Aftan á tiltakið koyra bussarnar heim aftur.
Sjóvegis samband verður til Klaksvíkar kl. 03.45 av Fuglafirði. Ferðaseðlar skulu keypast í Norðoya Kunningarstovu og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Prix í Sosialinum
Lagt til rættis:
Eyðun Klakstein
Teldupostur:
[email protected]