Fótbóltur
Enn eru tíðindini ikki váttað alment, men tað skuldi verið heilt víst. Rógvi Jacobsen skiftir í næstum tilveruna í Íslendska KR um við eina tilveru sum yrkisleikari í Danmark.
Tað hevur í Danmark ljóðað, at ein føroyingur er ávegis til danska felagið, og nú tykist vera heilt víst, hvør hesin er.
Rógvi Jacobsen hevur seinasta árið spælt í Íslendska KR, har hann eisini hevur sáttmála eitt ár afturat. Men eftir øllum at døma eru feløgini komin ásamt um, at danska superligufelagið keypir føroyska landsliðsmannin.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa fatur á Rógva Jacobsen, áðrenn blaðið fór til prentingar. Hann var tá ávegis íslendska felagnum, og sum skilst, so skuldi tíðindaskriv sendast út seinni í dag.
Sønderjyske flutti eftir seinasta kappingarár upp í donsku superliguna, har felagið í løtuni er á einum áttanda plássi.
Rógvi Jacobsen telist eftir hondini millum teir meira royndu føroysku spælararnar. Klaksvíkingurin, sum er 26 ára gamal, hevur spælt 35 landsdystir, og hevur hann skotið seks mál í hesum.
Tað er Jákup í Stórustovu, sum eigur og rekur North Atlantic Football Agency, NAFA, sum er umboðsmaður hjá Rógva, men tá vit høvdu orðið á hann um døgurðaleitið fríggjadagin, segði hann seg ikki hava nakrar viðmerkingar til málið.