Rógvi Poulsen til AB

Argjamaðurin verður nú aftur at síggja í Argja Bóltfelagi, eftir at hann hevur roynt seg uttanlands og í HB.

 

Tað er heimasíðan hjá AB, sum ber tíðindini. Argjamenn skulu í komandi kappingarári aftur royna seg í bestu deildini.

 

“Rógvi er offensivur leikari, og hann spælir á fleiri plássum. Hann kemur uttan iva at styrkja nógv um hóp okkara. Hann er ein av teimum 3-4 profilunum, sum koma at spæla við AB næsta ár. Málið hjá okkum er at bíta okkum fastar í bestu deildini. Tað fer Rógvi at hjálpa okkum við, sigur Sjúrður Olsen, formaður í FC Argir, ið rekur besta liðið.

 

Tað hevur ljóðað, at Sorin Anghel og Fróði Benjaminsen skulu verða á veg út á Argir eisini. Sorin Anghel hevur boðað frá, at hann helst gevst í EB/Streymi eftir tólv ár.