Búskapurin rakar ein botn í summar, og so fer tað spakuliga at ganga framá aftur í heyst. Tað heldur danski fíggjarmálaráðharrin Lars Løkke Rasmussen við Børsen Fíggjarmálaráðharrin undirstrikar tó, at eingin kann vita tað við vissu, og at fleiri vakstrardropar í skapi av eyka almennum íløgum ella kreditthjálp í ølum førum kann vera á veg, áðrenn arbeiðsloysið aftur javnar seg út
- Um tú skal vera bjartskygdur nú, so er tað nakað við at tú rakar botnin í summar ella seinsummar, haðan tú so byrjar at arbeiða teg upp aftur. Tá fer tú at síggja, at tað gongur móti eitt sindur betri tíðum, men sera spakuliga. Vit fara eisini at síggja at arbeiðsloysið veksur, áðrenn tað fer at setast aftur, sigur Lars Løkke Rasmussen, danskur fíggjarmálaráðharri fyri Venstre.
Kelda: Børsen