Frá tí at Íslandi í 1944 lýsti seg sjálvstøðugt, hevur ein stór framgongd broytt teir tríggjar eftirverandi ríkispartarnar og ríkisfelagsskapin. Rørslan móti sjálvstýri fyri Føroyar og Grønland er støðug, og eingin veit, hvussu tað endar. Serliga í Grønlandi og í Føroyum er eitt livandi orðaskifti um framtíðina hjá hesum fólkum, um sjálvstýri ella nýhugsan innan ríkisfelagsskapin, í Evropa og í restini av heiminum.
Ivamálini hava avgerandi týdning fyri, hvussu ríkisfelagsskapurin kann mennast og harvið allir lutir av ríkinum. Men kjakið hevur higartil verið spjatt og ósamanhangandi – um tað í heila tikið hevur verið har. Politiken setur fokus á framtíðina hjá ríkisfelagsskapinum.