Ríkisveitingin til Føroya verður helst ikki hækkað

- Tað er als ikki vist, at ríkisveitingin úr Danmark fer at hækka.

Tað staðfesti Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins á landsfundi floksins í dag.

Hann staðfesti, at samgonguskjalið er orðað soleiðis, at gongur sum ætlað í føroyska samfelagnum, verður ríkisveitingin úr Danmark ikki hækkað.

Hann ásannar, at samgongan er samd um at samráðast við donsku stjórnina um at prístalsviðgera ríkisveitingina, so at hon hækkar.

- Men tað stendur eisini í samgonguskjalinum, at “av hesum og komandi árligu økingini av ríkisveitingini verða 15% av vanligu meirinntøkum landskassans mótroknaðar í økingini”.

- Tað merkir, at ríkisveitingin skal prístalsviðgerast, men 15% av teirri upphædd, sum intøkurnar hjá landskassanum veksa, skulu mótroknast í tí, sum ríkisveitingin skuldi hækka við eini prístalsviðgerð.

- Tað merkir samstundis, at undir vanligum umstøðum verða 15% av inntøkuvøkstrinum hjá landskassanum væl meiri enn tað, sum ríkisveitingin hækkar við eini prístalsviðgerð.

- Undir vanligum umstøðum, við vanligum inntøkuvøkstri í landskassanum, fer danska ríkisveitingin ikki at veksa, staðfestir formaður Fólkafloksins.

- Í veruleikanum verður úrslitið, at eisini framyvir verður ríkisveitingin akkurát líka fastfryst, sum hon hevur verið seinastu árini.

Men hann ásannar eisini, at avgerandi fyri tí verður, hvussu væl tað eydnast at skapa vøkstur í samfelagnum hesi næstu árini.

Hinvegin legði hann eisini dent á, at hóast endin verður, at ríkisveitingin skuldi hækka, verður tað ikki brúkt til at økja um almennu útreiðslurnar.

- Ein hægri ríkisveitingin fer ikki at elva til øktar almennar útreiðslur, tí samgongan hevur avtalað, at tey næstu fýra árini skal samfelagið rekast fyri sama krónutal, sum í dag.

- Tað er ógvuliga avgerðandi, at sama, hvussu nógv inntøkurnar hækka, fer tað ikki at føra til, at almennu útreiðslurnar fara á glið, staðfesti formaður Fólkafloksins.