Rækjuvinnan
Á vári ár 2000 vóru 12 rækjuskip í føroyska rækjuskipaflotanum. Í teirri bestu tíðini, vóru skipini uppaftur fleiri. Í løtuni eru 8 skip eftir við Arctic Viking og South Island, sum leirvíkingar nýliga hava keypt. Tá ið Arctic Viking er flaggaður út, verður talið 7.
Spurningurin er so, hvussu útlitini eru hjá teimum 7 skipunum, sum tá eru eftir.
Ein annar spurningur, sum eisini tekur seg upp, er, hvussu vit skulu megna at varðveita okkara søguligu veiðirættindi, tá ið lítil og eingin rækjufloti er eftir.
Hvilvtenni
Í vikuni frættist, at Hvilvtenni er seldur til Íslands, men reiðarin, Kjartan Joensen, sigur seg onga viðmerking hava til tíðindini.
- Eg trúgvi, at tað er ein spurningur um tíð, nær vinnan steðgar upp. Hóast rækjuflotin ikki fiskar av umbýtiskvotu, og fyrstahondsvirðið hjá flotanum er ein fjórðingsmiljard, so er kortini ikki líkt til, at nakar politiskur áhugi er at gera tað møguligt hjá hesum skipum at vera verandi í flotanum.
Kjartan sigur, at rækjumenn í hálvt triðja ár hava tosað við løgmann, landsstýrismannin í fiskivinnumálum og fíggjarmálaráðharran.
- Einki er komið burtur úr, og nú haldi eg, at nóg mikið er tosað, leggur hann aftrat.
Sterkir herðar
Tað seinasta undir himmalinum, sigur Kjartan Joensen, er, at nakrir
rækjumenn í Kollafirði eru vorðnir hunddálkaðir.
- Tað skulu sterkir herðar til at vinna ígjøgnum slíkan ágang, sum her hevur verið talan um, sigur reiðarin í Leirvík at enda.
Hvilvtenni er í løtuni undir Eysturgrønlandi á rækjuveiði.
Sosialurin royndi í gjár at fáa fatur á Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, men hann var ikki at hitta.
Vit hava skilt, at Fólkaflokkurin eftirhondini er at tosa við um bjarging av rækjuflotanum, meðan Tjóðveldisflokkurin framvegis er ímóti.
Livst, so spyrst.
Ábyrgdarleyst
Ein vinnulívsmaður, sum Sosialurin hevur tosað við, sigur, at hann altíð hevur verið ímóti studningi, men málið við rækjuflotanum er ekstremt, sum hann tekur til.
- Tí haldi eg tað vera ábyrgdarleyst av myndugleikunum ikki at taka hond um flotan, soleiðis at føroyingar eisini í framtíðini kunnu hava ein rækjuflota.
Hann heldur, at tað kann vera skaðiligt í einum samfelag sum
okkara, tá ið myndugleikarnir vísa seg als ikki at hava skil fyri vinnulívi, sum málið um rækjuflotan er eitt prógv um.
- Vit hava skjótt 400 miljónir ES-borgarar á hinari síðuni, sum fáa stuðul til alt millum himmar og jørð, samstundis sum okkara politikarar seta seg afturá, meðan rækjuflotin bløðir út, sigur hann.