Røkke í fongsli

Norski vinnulívsmaðurin Kjell Inge Røkke fór í fongsul á middegi í dag Í vár varð Kjell Inge Røkke dømdur 30 dagar í fongsul fyri at hava mutrað ein svenskan skipakønan til at útvega sær pappír til at føra ein stóran bát.

Upprunaliga var ætlanin, at Røkke skuldi inn at sita dómin í morgin, men á middegi í dag møtti hann í Hof-fongslinum í Vestfold, skriva norskir fjølmiðlar.

Sambært reglunum hjá Hof-fongslinum sleppur Kjell Inge Røkke ikki bara at hugna sær tann næsta mánaðin. Fangarnir fáa ymsar uppgávur, so Røkke skal kanska smíða plattar, vaska bilar ella arbeiða í vaskarínum hjá fongslinum.