Ríkmaður á ferð í rúmdini

-

Á FERÐ. Ein amerikanskur ríkmaður fer at gjalda 160 milliónir krónur fyri eina 10 daga langa ferð í rúmdini. 59 ára gamli Dennis Tito, sum sigst eiga virði fyri tvær milliardir krónur, ætlar at brúka ein part av sín ogn til at gerast fyrsti ferðamaðurin í rúmdini.

Tað er felagið MirCorp, sum fer at senda ríkmannin á feriu í rúmdini. MirCorp hevur gjørt avtalu við russarar um, at teir kunnu nýta rúmdarstøðina Mir, tá teir fara at senda ferðafólk út í rúmdina. Ætlanin var annars, at rúmdarstøðin skuldi niðurleggjast, men eftir avtaluna millum amerikumenn og russar, hava tveir russiskir kosmonautar verið á Mir og gjørt ymsar umvælingar har.

Dennis Tito hevur veirð granskari hjá NASA, men síðani 1973 hevur hann havt sítt egna íløgufelag. Og tað er gjøgnum inntøkurnar frá hesum íløgufelagnum, at hann nú hevur ráð at fara á ferð í rúmdini. Ætlanin er, at ferðin skal gerast einaferð næsta ár.