Vanligt er at geva røktarheimum navn, sum antin lýsir endamálið og/ella staðsetingina. Skotið varð tí upp, at røktarheimið verður nevnt Boðanesheimið.
Trivnaðarstjórin og sosialdeildarleiðarin mæltu til at nevna nýggja røktarheimið Boðanesheimið. Sosiala nevnd samtykti 2. mars at taka undir við tilmælinum. Navnið er lætt at bera fram, og hevur beinleiðis tilknýti til staðsetingina, og hóast at talan er um stóran bústovn, so gevur navnið heimligan og hugnaligan dám, sum eisini er við til at lýsa endamálið.