Úr Kvívík til Havnar

Kristi himmalferðardag verður sonevnt adventurerace fyri lið

ítróttur

Tvær rutur eru, sum kappast verður eftir. Tann strævnara av hesum er um 30 km, og á vegnum eru fleiri avbjóðingum til bæði likam og sál.Lættara rutan er nakað styttri og við nakað nógv færri avbjóðingum.
Felags fyri avbjóðingarnar er tó, at hesar skulu loysast av felag av luttakandi liðunum. Fýra persónar eru á hvørjum liði.
Tilmelding til tiltakið fer fram við at senda teldubræv til [email protected], og er freistin fyri tilmelding sett til tann 11. mai.