Heri Mohr
Fyri kortum sóu og hoyrdu vit í Sjónvarpi Føroya eina frálíka konsert, sum varð hildin av Eivør og Bourne í Mullers Pakkhúsi tann 2. januar í ár. Eingin ivi um, at bæði tvey skoraðu fleiri av teimum 6 møguligu stjørnunum. Verri gekk hjá SvF, sum umframt onkra stjørnu eisini skoraði eitt løgið spursmálstekn. Mentanarstovnurin hevði nevniliga fráboðað á skermi og í bløðunum, at ein "Rúnarbundin Konsert við Eivør!" var á skránni nakrar ferðir, og hetta gevur orsøk til spursmálið: Hvat ella hvør er ein Rúnarbundin Konsert?
Í teirri føroysku orðabókini finna vit orðið rúnabinda/rúnabundin, og tað er kanska hetta orðið, ið sjónvarpið hevur ætlað at knýtt til "Konsert", og sum fekk okkum at líkjast einum spursmálstekni, tí veruleikin er tann, at flest øll - bæði í pakkhúsinum og heima í stovuni - sótu rúnabundin og lurtaðu eftir sanginum og tónleikinum, sum SvF hevur navngivið "Rúnarbundin Konsert".
Ljóðfrøðiliga er navnið í lagi, tað liggur væl á tunguni og er eggjandi, men hvussu skal hetta - við ella uttan r - skiljast?
Ein góð konsert kann rúnabinda fólk, men ein konsert kann ikki vera rúnabundin. At fáa hana rúnabundnað krevur meira enn gand og gott handalag.
Rúnabundin konsert, rúnabundin sjónleikur v.m. er eins høpisleyst sum sólbrend sól - væl at merkja, um tað ikki snýr seg um torskildan, heiðursvirdan skaldskap, sum bert tey fáu við vitan og serkunnleika duga at skilja.
P.S.: Heppin var tystur maður, ið kom fram á keldu!
Í Sosialinum 22.01.05. lesa vit á síðu 3, at í Norðoyatunnlinum er heppin kelda !??