Rás2 sendir tíðindafund

Nýggja samgongan hevur tíðindafund í dag klokkan fimm, har samgonguskjalið verður almannakunngjørt og málsbýtið útgreinað. Rás2 sendir frá tíðindafundinum Eina lítla viku tók tað Javnaðarflokkinum, Tjóveldi og Miðflokkinum at semjast um eitt nýtt samgonguskjal.

Klokkan fimm verður skjalið lagt fram, og alemnningurin fær innlit í, hvørji mál nýggja samgongan hevur sett sær.

Nøkur av málunum, sum stríð hevur verið um, eru blokkniðurskurður, samhaldsfasti, barsilsfarloyvi og tunnlar. Annars vóru bleytu virðini nógv frammi í valstríðnum, og miðnámsskúlin á Marknagili var eisini eitt heitt evni.

Hóast Portalurin longu hevur fingið greiðar ábendingar um málsbýtið (sí aðra grein), so vil eingin siga nakað alment um hetta fyrr enn á tíðindafundinum seinnapartin.

Tað tykist greitt, at Karsten Hansen verður landsstýrismaður fyri Miðflokkin, men sambært Høgna Hoydal fer Tjóveldi neyvan at kunngera síni nýggju landsstýrisfólk í dag. Jóannes Eidesgaard er og verður Løgmaður, og væntandi er kanska, at Hans Pauli Strøm heldur fram sum landsstýrismaður í Almanna- og Heilsumálum, men ikki er greitt um triðja Landstýrisevni verður kunngjørt í dag.

Rás2 sendir frá tíðindafundinum!