Rás2 sigur frá Champions League í Gundadali

Dysturin byrjar klokkan 18, og upptaktin byrjar klokkan 17.15

Klokkan 18 í kvøld skal B36 á ovara vølli í Gundadali í Havn royna at vinna seg víðari í Champions League kappingini, tá teir taka ímóti maltesiska meistaraliðnum, FC Valetta, sum m.a. hevur Michael Mifsud á liðnum, sum hevur skotið 40 mál fyri maltesiska fótbóltslandsliðið.

 

B36 hevur nógv at spæla fyri. Ein samanlagdur sigur á FC Valetta hevði givið B36 stór dystir ímóti serbiska stórliðnum, Reyðu Stjørnu úr Beograd, og haraftrat nógvan pening aftrat úr Champions League puljuni.

 

Tróndur Arge sigur frá dystinum á Rás2. Til ber at hoyra frásøgnina á www.midlar.fo, FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. Byrjað verður við sendingini klokkan 17.15, tá upptaktsprát verða at hoyra. 

 

Til ber eisini at fylgja dystinum á in.fo. Seinni í kvøld koma myndir og ljóðsamrøður út á in.fo.