Rás2 spennir seg aftur út á fótbóltsfrontinum í dag.
Seinnapartin klokkan 15 siga Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge frá í Sarpugerði í Norðragøtu, har Víkingur og HB spæla, og við Margáir í Streymnesi, har EB/Streymur spæla. Báðir dystirnir byrja klokkan 15. Sendingin á Rás2 byrjar klokkan 14.45.
Í sendingini verður javnt og samt kunnað frá gongdini í hinum trimum dystunum, sum eru B36-ÍF í Havn, Skála-07 Vestur á Skála og NSÍ-TB/FCS/Royn við Løkin í Runavík.
Aftaná dystarlok práta Hilmar Jan Hansen og Tróndur Arge við umboð fyri Víking, HB, EB/Streym og KÍ. Í sendingini "Triði Hálvleikur", sum verður aftaná klokkan 17 verður prátað við Jákup á Borg (B36), Jákup Mikkelsen (ÍF), Klæmint A. Olsen (NSÍ), Maurice Ross (TB/FCS/Royn), Paula Poulsen (Skála) og Trygva Mortensen (07 Vestur).
Samanumtøkur, ljóðsamrøður og hæddarpunkt koma út á in.fo. In.fo fer at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fimm effodeildar-dystunum.
Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.