Í hesi vikuni eru fyrilestrar og fundir um musikkskúlar í Nuuk. Fundarluttakarar eru úr Føroyum, Íslandi, Norra og Grønlandi.
Føroyingar og íslendingar siga frá sínum hugsanum og royndum, og næmingar úr báðum londum eru við. Konsertir verða á trimum skúlum í Nuuk og eisini í mentanarhúsinum Katuaq. Í skúlunum eru grønlendsku børnini sera hugtikin av
framførslunum.
Mikudagin 30. september greiddu fyrrverandi og núverandi
landsmusikkskúlastjórarnir Ólavur Hátún og Martin Mouritsen frá gongdini í føroysku skipanini, og um kvøldið var føroysk konsert í mentunarhúsinum Katuaq.
Fimm næmingar musikkskúlans framførdu tónleik eftir Haydn, Handel, Gossec, Massenet og Granados. Musikkskúlalærarin Stamen Stantchev hevði fylgispæl.
Konsertin endaði við at øll fóru upp á gólv eina løtu.
Úr Íslandi eru fýra messingblásarar og ein trummuspælari aftrat leiðarunum Atla Guðlaugsson úr Akureyri og Árna Sigurbjarnason úr Husavik.
Í Noregi eru teir farnir eitt stig longur og hava sett fleiri mentunarskúlar á stovn, og hesum greiðir norðmaðurin Terje Adde frá.