Sosialurin kom í næstseinasta blaðið av misgávum at endurgeva Páll á Reynatúgvu fyri at siga, at peningurin til nýtt løgtingshús millum annað heldur skuldi nýtast til endurnýggjan av fiskiflotanum. Hetta var ikki rætt. Páll á Reynatúgvu er ímóti at nýta almennan pening til at stuðla einari endurnýggjan av fiskiskipaflotanum.
Páll á Reynatúgvu segði í samrøðuni, at peningurin heldur átti at verið spardur ella nýttur til økismenning.
Vit biðja um umbering fyri mistakið.