Rætting til grein í Sosialinum

Fríggjadagin stóð í Sosialinum ein samrøða við ein løgtingsmann, sum føldi seg útifrystan úr egnum flokki. Í greinini var ein álvarsamur feilur, sum eg vil nýta høvið at rætta.

Undir millumyvirskriftini “”Kvaj” Leo” stóð hetta brotið: “Tað var annars ein brølari av teimum heilt komisku, sum slepti tarvinum leysum. Tann 10. mai í 2007 vórðu forsíðurnar ruddaðar. Stórtíðindi bórust um, at landið hevði mist fíggjarmálaráðharran Bárð Nielsen til føroyska oligarkin í Íslandi, Jákup á Dul Jacobsen, og hansara milliardaverkætlan við navninum Stóratjørn. Ein verkætlan, sum nú er tveitt á øskudungan. Sambandsformaðurin Kaj Leo Johannesen bretti upp um ermar og boðaði beinanvegin frá, at hann sjálvur fór at stýra landsins finansum. Men ólukkutíð hevði Kaj Leo gloymt ta lítlu detaljuna, at borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, var næstur á listanum og nú fór at fáa sæti á tingi. Og tá Heðin stutt frammanundan var rýmdur úr flokkinum og vorðin partur av Javnaðarflokkinum, eftir at hann hevði lumpað Sambandið og Fólkaflokkin í býráðnum í Havn, sat Kaj Leo við skegginum í postkassanum.”

 

Søgan er ikki sonn

Eg gangi úr frá, at eitt seriøst tíðindablað fer ikki at eyknevna landsins leiðara, uttan fyrst at hava kannað eftir, um søgan aftanfyri er røtt. – Tað er hon ikki í hesum førinum.

Kaj Leo Johannesen visti fullvæl tann 9. mai 2007, at Heðin Mortensen var næstur á lista Sambandsfloksins í Suðurstreymoy, og at hann var vorðin partur av Javnaðarflokkinum.

Fundur var í tingbólki Sambandsfloksins henda dagin klokkan 9, har avgjørt var at velja Kaj Leo Johannesen til landsstýrismann. Men av tí at Heðin Mortensen var næsti maður á listanum, varð tosað við Jóannes Eidesgaard, sum bæði var løgmaður og formaður Javnaðarfloksins, um hetta. Hann skuldi gera eina roynd at fáa hesi viðurskifti uppá pláss.

Sambandsflokkurin hevði eisini ein stuttan fund við Heðin Mortensen klokkan 11:30 sama dag. Heðin bleiv spurdur, hvussu hann fór at stilla seg sum varamaður á tingi, nú hann var býráðsformaður fyri Javnaðarflokkin. Heðin svaraði, at hann fór ikki í løgtingið at umboða ein annan flokk enn tann, sum hann var valdur fyri. Hann hevði tó ikki tikið støðu til, um hann sjálvur fór at taka við tingsessinum, ella um hann fór at lata næstvalda á listanum fáa sessin.

Harvið sá út til, at støðan var rímiliga greið, men tá Heðin Mortensen seinni boðaði frá, at hann vildi hava góða tíð at umhugsa støðuna (møguliga líka til á ólavsøku), segði Kaj Leo Johannesen, at hann fór ikki í landsstýrið, um hetta fór at kosta Sambandsflokkinum ein sess í løgtinginum.

 

Hetta var søgan

Hetta var søgan, sum seinasta fríggjadag fekk Sosialin at skriva um “brølaran av teimum heilt komisku”, um Kaj Leo Johannesen, sum hevði gloymt, at borgarstjórin í Havn var næstur á listanum, og hetta var eisini søgan, sum fekk eitt annars seriøst tíðindablað at eyknevna sjálvan løgmann.