RÆTTLEIÐING TIL OYGGJATÍÐINDI

Í Oyggjatíðindum tann 9. og 12. januar i ár verður nógv gjørt burturúr rættarmálinum, har ein pensioneraður limur í felagnum í Fuglafirði hevur tapt eitt rættarmál móti Føroya Arbeiðarafelag.

 

Av tí at nevndi pensioneraði limur og Oyggjatíðindi koma við beinleiðis ósannindum umframt at tey vevja saman hugtøkini lívstrygging og eftirløn, so síggja vit okkum noydd at koma við hesari rættleiðing.

 

Vit skulu í hesum sambandi upplýsa:

At nevndi pensioneraði limur hevur fingið eftirløn sína útgoldna,

At skattur/avgjald er goldið av nevndu eftirløn,

At talan er um eina misskiljing, tá Oyggjatíðindi brúkar hugtøkini lívstrygging og eftirløn, hvørt um annað, tí talan er um hvør sína skipan,

At tann í Oyggjatíðindum nevndi pensioneraði limur var farin um 67 ára aldur, áðrenn skipanin við lokagjaldinum varð samtykt og kom í gildi,

At hesin limur sostatt ikki hevur verið verri stillaður enn allir aðrir limir, sum tá vóru fyltir 67 ár,

At allar kollektivar lívstryggingarskipanir hava eitt aldursmark,

At hesin sami pensioneraði limur líka frá kollektiva lívstryggingin kom í gildi til hann fall fyri alment galdandi 67 ára aldursmarkinum var fult tryggjaður í sambandi við deyða, alvarsliga sjúku og álvarsliga sjúku hjá møguligum børnum,

At hesin limur hevur havt fullkomuliga somu rættindi sum hinir limirnir í kollektivu lívstryggingarskipan okkara,

At allar slíkar skipanir hava ein skeringsdag, tá tryggingarnar verða útbygdar til m.a. at fevna um útgjald av lokagjaldinum,

At einki grundarlag er fyri illgitingunum hjá Oyggjatíðindunum, um at Føroya Arbeiðarafelag skal hava sloppið sær undan at gjalda skatt,

At Føroya Arbeiðarafelag teknaði kollektiva lívstrygging hjá felagnum ALKA Forsikring, eftir at Fíggjarmálaráðið í mong ár hevði góðtikið, at fleiri starvsbólkar hjá tí almenna høvdu sínar eftirlønar- og lívstryggingarskipanir í donskum tryggingar- og eftirlønarfeløgum,

At Fíggjarmálaráðið í nógv ár hevur, og framhaldandi flytir stórar upphæddir sum tryggingargjøld til donsk tryggingar- og eftirlønarfeløg,

At Føroya Arbeiðarafelag valdi at tekna kollektivu lívstryggingarnar fyri limir sínar har felagið fekk bestu treytirnar,

At einki grundarlag er fyri teimum illgitingum, sum Oyggjatíðindi eru komin við.

Vit harmast um at Oyggjatíðindi skal breiða út slíkar illgitingar, sum als einki grundarlag er fyri, og vit undrast á, at blaðið ikki tykist at hava skilt munin millum eftirløn og lívstrygging.

 

Tórshavn, tann 17. Januar 2008