Rabbinar elva til rok

Ísraelska herleiðslan er í øðini, tí 60 rabbinar hava eggjað hermonnunum til at siga nei, tá herleiðslan fer at biðja teir flyta tey jødisku niðursetufólkini úr Gaza-geiranum.
Rabbinararnir siga, at Gaza er partur av tí Ísrael, sum Guð hevur givið jødunum, og tí eru teir ímóti ætlanini hjá Ariel Sharon, forsætisráðharra um at flyta øll tey 8.000 niðursetufólkini úr geiranum.

Fleiri av niðursetufólkunum hava boðað frá, at tey fara ikki at flyta við góðum, men myndugleikarnir hava svarað, at tey , sum ikki fara sjálvboðin, verða flutt við makt. Tað skal herurin gera, og Moshe Yaalon, verjuovasti, er eisini í øðini inn á teir 60 rabbinararnar. Hann sigur, at tað kann als ikki góðtakast, at nakar mælir hermonnunum til at seta seg up ímóti leiðsluni.

-Eitt tílíkt tilmæli er vandamikið fyri herin, samfelagið og ísraelska ríkið, sigur Moshe Yaalon.

Tey mest víðgongdu niðursetufólkini í Gaza-geiranum hava hótt við at taka vápn í hond, gera myndugleikarnir álvara av hóttanini at senda herin eftir teimum.