Ráðstevna um hvussu vit í Føroyum eiga at handfara vitlíki

Hvussu kann vitlíki mennast og nýtast til gagns fyri samfelagið og okkum menniskju? Hetta eru spurningar, sum verða umrøddir á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum í sambandi við Útnorðurdagin, 23. september, kl 14.

 

Ráðstevnan, sum er ókeypis og er fyri øll, leggur dent á teir møguleikar og tær avbjóðingar, sum vitlíki hevur fyri Føroyar og hini londini í útnorðri.

Við rúkandi ferðini, sum vitlíki mennist í, er tað alneyðugt, at Føroyar og hini londini í útnorðri fylgja við. Neyðugt er við vitan og handling, sum tryggjar, at føroyska málið og føroyska mentanin verður varðveitt í einum talgildum heimi. 

Á ráðstevnuni hittast fakfólk og politikarar fyri at umrøða og kjakast um verandi og komandi møguleikar við vitlíki í Føroyum, og um hvussu tøknin kann ávirka framtíðina.

Um útnorðurdagin

Føroyar, Grønland og Ísland samdust í 2017 um at halda ein felags "útnorðurdag" á hvørjum ári í øllum trimum londunum. Avgerð varð tikin um, at hesin dagur skuldi vera samstundis, sum vit vanliga hava heystjavndøgur. Fyri at menna samstarvið og felags stevið landanna millum, skulu øll trý londini markera søguna og mentanina í útnorðri.