Sebastian og Jorges - við nýupptiknum gularótum av Sandi. Mynd: Johan Mortensen

Ræst hevur fingið fyrstu gularøturnar av Sandi

Nýupptiknu gularøturnar við framúr góðsku verða brúktar í spennandi rættum hjá meksikanska høvuðskokkinum á Ræst

 

Sebastian og Jorges - við nýupptiknum gularótum av Sandi. Mynd: Johan Mortensen

Vit eru nú komin út í byrjanina av august, og tað merkir, at fyrsta grøðin av Sandafløtti á Sandi er tikin upp og eitt nú kann roynast á matstovuni, Ræst í høvuðsstaðnum.

 

Meksikanarin og høvuðskokkurin á Ræst, Sebastian Jimenez Garcia, letur sera væl at gularótunum og grøðini av Sandi.

 

Veitari er bóndin, Jóannes Johannesen, Jóannes í Miðstovuni, róptur, sum í vikuni hevur latið matstovuni í Havn burturav fyrstu grøðini av Sandafløttinum.

 

Nýupptiknu gularøturnar við framúr góðsku verða brúktar í spennandi rættum hjá Sebastian Jimenez Garcia, sum eisini vekja altjóða ans.

 

Á Sandafløtti veksa gularøtur, kálrabirøtur og onnur grøði í stórum nøgdum, og her eru Føroya størstu eplaveltur - ja, eitt eldorado við føroyskum grønmeti.

 

##med2##

 

 

 

Sebastian og Jorges - við nýupptiknum gularótum av Sandi. Mynd: Johan Mortensen

Góðskan er framúr. Mynd: Johan Mortensen