Tað skriva fleiri norskir miðlar, teirra millum NRK.
Harvið verður avgerðin hjá Oslo tingrætti frá mánakvøldinum broytt. Tá kom rætturin annars fram til, at Høiby skuldi latast leysur úr varðhaldi.
Sambært lagmannsrættinum er framvegis stórur vandi fyri, at Høiby fer at fremja nýggj lógarbrot, um hann verður latin leysur.
– Lagmannsrætturin er komin fram til, at framvegis er stór sannlíkindi fyri, at Høiby fer at fremja nýggj revsiverd brot, um hann verður latin leysur, stendur sambært NRK í avgerðini.
Mánadagin hevði ein dómari í tingrættinum annars mett, at tað hevði verið „ólutfalsliga inngrípandi“ at latið Høiby sitið framhaldandi í varðhaldi. Men tann avgerðin varð kærd av ákæruvaldinum.
Marius Borg Høiby hevði biðið um at verða latin úr varðhaldi fyri at kunna vera saman við mammu síni, krúnprinsessu Mette-Marit.
Mette-Marit er álvarsliga sjúk av lungafibrosu. Í síðstu viku kom fram, at hon er sett á bíðilista til skjóta lungatransplantatión.
Verjin hjá Høiby, Ellen Holager Andenæs, sigur við NRK, at tey eru sera vónsvikin av avgerðini og hava ilt við at skilja hana.
Kortini verður avgerðin ikki skotin inn fyri norska Hægstarætt. Verjin hevur upplýst fyri norskum miðlum, at tey ikki síggja nakra feilmeting í úrskurðinum, sum gevur grundarlag fyri einari kæru til Hægstarætt.
Marius Borg Høiby hevur sitið varðhaldsfongslaður síðani februar, tá rættarmálið móti honum byrjaði.
Hann er millum annað ákærdur fyri fýra neyðtøkur, harðskap í nærsambondum, vanligan harðskap og brot á narkotikalógina. Dómur í málinum verður sagdur 15. juni.
Á rættarfundinum mánadagin greiddi Høiby frá, at hann hevur verið rúsevnafríur í eina tíð og ynskti at sleppa heim til familjuna.
– Eg vil ikki heim fyri at fara út at stuttleika mær. Tað er sera týdningarmikið at vera saman sum familja í einari slíkari tíð, segði hann sambært NRK.
Lagmannsrætturin metti tó, at orsøkin til, at Høiby í løtuni er rúsevnafríur, í stóran mun er, at hann situr í varðhaldi.
– Sum lagmannsrætturin sær tað, er hetta ikki ein spurningur um vilja, men um førleika, lívsmynstur og vandafaktorar, stendur sambært VG í úrskurðinum.











