Høvuðsnavnið á G! festivalinum 2018 spældi í gjár. Enski Rag'n'Bone Man kom heilt væl burtur úr tí, og ljóðið var í hægstu góðsku.
Hann skuldi upprunaliga á pallin klokkan 22:00, men varð framskundaður til 21:30 orsakað av semifinaluni í fótbólti millum Ongland og Kroatia. G! vísti semifinaluna á stórskíggja, og av tí at dysturin endaði í longdari leiktíð, varð enski Rag'n'Bone enn einaferð fluttur ein hálvan tíma. Fram aftur til klokkan 22:00.
Hann spældi eina góða konsert, har G! gestirnir sluppu at hoyra fleiri av hittum hansara, sum m.a. "Lay My Body Down", "Skin" og ikki minst "Human". Fólk sungu væl við til hittini, og stemningurin var góður í góðum mjørkaklæddum rammum.
Men øll fjøldin var nokk ikki líka væl uppløgd sum Rag'n'Bone Man sjálvur, tí tað var bara fremstu rekkjurnar, sum góvu honum uppmerksemi. Hini prátaðu. Hóast hann leveraði gott, so megnaði hann ikki at fanga alla fjøldina á sandinum. Tað var nokk ov tíðliga hjá høvuðsnavninum at spæla longu klokkan 22:00, áðrenn fólk yvirhøvur vóru komin uppá pláss á festivalinum.
Hóast tað ikki bleiv til eina finalu hjá heimlandinum, Englandi, segði Rag'n'Bone Man, at áskoðararnir gjørdu alt gott aftur. Fleiri áskoðarar hoyrdust syngja enska eyðkennis fótbóltslagið "It's Coming Home" - ivaleyst til heiðurs fyri Rag'n'Bone Man.
Áðrenn hann fór av pallinum, takkaði hann fyri og segði, at "hann vónaði, hann slapp at koma aftur til hetta vakra staðið".
Í kvøld verður næsta stóra navnið á Sandinum. Donsku Scarlett Pleasure spæla klokkan 00:10 beint eftir Marius Ziska.