Ragnar skal royna talentið í Danmark

12 ára gamli Ragnar Finsson vann seg víðari, tá SMS skipaði fyri undankapping til Talent-kappingina hjá DR Fyrradagin varð 12 ára gamli havnardrongurin Ragnar Finsson uppringdur av DR har hann fekk gleðiboðini um at hann var sloppin ígjøgnum nálareygað hjá DR og víðari í kappingini um at gerast størsta talentið í Danmark í 2008. Fríggjadagin 16. mai varð upptøkuroynd á torginum í SMS og tann dagin var Ragnar í SMS. Hann hevði ikki meldað seg til frammanundan, men helt tað vera áhugavert at luttaka. Hann meldaði seg til og lítla løtu seinni trein hann á pallin við kassagittarinum, sum hann hevði lænt frá onkrum av hinum luttakarunum, og framførdi balladuna ?Good Riddance? hjá punk bólkinum Green Day. At framførðslan hjá Ragnari var góð ivaðist eingin í, sum var í SMS hendan dagin. Og dómararnir hjá DR vóru ikki ósamdir við áhoyrarnar, og sendu boð eftir unga havnadreinginum.Ragnar fer av landinum í morgin, týsdagin, og skal framføra frammanfyri upptøkutólunum hjá DR mikudagin. Ragnar er aftur í Føroyum hósdagin.