Tað var um reppið, at tað endaði galið, tá ein rakett lendi á takinum á einum húsum í Fjalsgøtu í Havn um tíggjutíðina í gjárkvøldið, nýggjársaftan
Sløkkiliðið varð boðsent og fekk sløkt eldin, men týðuliga sást hol í takinum, og tí hevur verið talan um eina rakett.
Eisini á Argjum lendi ein neyðrakett á eini húsatekju, man hana fingu fólk sløkt, áðrenn hon festi í.
Annars hevur tað verið sum vanligt at gjørt hjá løgregluni, sum hevur havt nógv at gera. Nógv fólk var í býnum hesa góðveðursnáttina, fýra eru tikin fyri at koyra við kenning, ein teirra hevði ikki koyrikort, og ein annar hevði stolið bilin. Eisini hevur verið húsaófriður onkustaðni, har løgreglan mátti skilja partarnar.
Útvarpið hjá Kringvarpinum visti at siga í dag, at ein maður í Runavík fekk skaða av eini rakett, sum hann fekk í andlitið, tá hann hevði fest í hana. Sjúkrahilur kom eftir manninum og flutti hann á sjúkrahúsið, men greitt er ikki, hvussu álvarsligur skaðin var.