Randi Frederiksberg hevur fyrilestur


Fundarkvøldini hjá Kvinnufelagnum halda fram í nýggja árinum. Mánakvøldið 14. januar klokkan 19.30 verður hildið fram, og tá heldur Randi Frederiksberg cand.scient. tann fyrsta fyrilesturin í árinum.
Fyrilesturin fer at snúgva seg um samfelagsligar avleiðingar av oljuvinnu, og heitið á honum er: Møguligar avleiðingar av eini føroyskari oljuvinnu sammett við royndirnar í Skotlandi og New Foundlandi.
Kvinnufelagið boðar frá, at øll eru vælkomin, og høvi verður at fáa ein drekkamunn aftaná ella aftur við orðaskiftinum.