Ranieri nýggjur Inter-venjari

Fyrrverandi Chelsea-venjarin, Claudio Ranieri, er settur sum nýggjur venjari hjá Inter Milan.

 

Tað var í gjáramorgunin, at Inter-venjarin, Gian Piero Gasperini, fekk sekkin eftir sera vánaliga kappingarbyrjan.

 

Eftir fimm dystir – tríggir í kappingini, ein supercup og ein í steypakappingini – var bert ein sigur komin í land, og tað gjørdist ov nógv hjá ótolnu leiðsluni, sum gav Gasperini durafjórðingin.

 

Claudio Ranieri legði seg skjótt á odda í kappingini at taka yvir, og fyrr i dag kunngjørdi Inter-leiðslan so, at hon hevði gjørt sáttmála við fyrrverandi Chelsea-venjaran, sum seinast var venjari í Roma, ein sess hann segði seg úr í februar.

 

Sáttmálin, sum Ranieri hevur gjørt við Inter gongur fram til juni 2013, skrivar BBC Sports.