Rannvá Henriksen

Minningarorð um okkara kæra starvsfelaga f. 17. apríl 1978 – d. 1. januar 2010

Nýggja árið byrjaði ikki væl og var ikki gamalt, tá ið vit fingu at vita, at Rannvá ikki var hjá okkum meira. Væl vistu vit, at Rannvá var sera sjúk, men vónin var altíð har. Ongantíð skulu vit aftur hoyra hennara smittandi látur og síggja hennara vakra smíl.


Rannvá byrjaði at arbeiða sum laborantur á Heilsufrøðiligu starvsstovuni á heysti 2004. Frá fyrsta degi passaði hon væl inn á Starvsstovuni. Við sínum nærlagni, hjálpsemi og dámliga lyndi var hon ein sera góður starvsfelagi, og hava vit verið ómetaliga glað fyri at hava arbeitt saman við henni og fingið høvið at kenna hana.


Fyri trimum árum síðani gjørdist Rannvá sjúk. Hóast hetta læt Rannvá við sínum opinleika og heimasíðu okkum vera ein partur av sínum lívi. Her kundu vit fylgja við, hvussu støðan var, og lætt var tað tí hjá okkum at møta og tosa við hana. Hóast langar sjúkrameldingar var Rannvá ofta hjá okkum. Av og á hevði hon fitta sonin Jógvan Jón við. Vit sakna at hoyra Rannvá siga frá stuttligum søgum, um hvat Jógvan Jón hevur sagt og gjørt.


Rannvá var sera positiv av lyndi, og hon minti okkum á at gleðast um hvønn dag. Á heimasíðuni hevði Rannvá nøkur sigandi orð, sum hon royndi at liva eftir:


”Gud gev mær sálarfrið til at góðtaka tað,

ið eg ikki kann broyta.

Mót til at broyta tað, eg kann.

Og skil til at kenna mun.”


Sorgin og saknurin eftir Rannvá eru sera stór, og vísir tað bara, hvussu stóran týdning hon hevði fyri okkum her á stovninum.


Nógvar tungar løtur hava verið á vegnum hjá Rannvá, men við síni óalmindiliga góðu barlast, manninum Kristian Oskari, soni og familju annars, kláraði hon sína støðu sera væl.


Okkara djúpastu samkenslu við tykkum, sum eftir sita: Kristian Oskar, Jógvan Jón, familja og vinir.


Starvsfelagirnir á Heilsufrøðiligu starvsstovuni