Rannvá var dóttir Tóru & Jógvan Hendrik Jensen á Sandi.
Hon giftist við beiggja mínum Kristian Oskar, og fingu tey sonin Jógvan Jón.
At vit skuldu byrja árið so tungt, droymdi eg ikki um, væl vitandi at Rannvá var álvarsliga sjúk, so vónaði eg, at tær skuldi unnast at uppliva várið og summarið enn einaferð.
Góða Rannvá, á hvat ríkari eru vit, at tað untist okkum at kenna teg.
Vit øll vóru so glað um konuna, sum Kristian Oskar hevði funnið sær, og saman høvdu tit ein dreym, tit vildu fylgjast í gøgnum lívið í viðgongd og mótgongd.
Lívið lá ljóst framman fyri tykkum, høvdu bæði gott arbeiði sum tykkum dámdu so væl,
og ein son sum tit vóru so stolt av. Jú, tit høvdu góðan byr.
Og í heimbygdini áttu tit hús, har tit stákaðust við at gera tað soleiðis, sum tit nú einaferð vildu hava tað, alt var sum tað átti at verða hjá einari ungari familju. Tó tíðliga skuldu tit merkja til mótgongd, men sum tú plagdi at taka til, hettar skuldi nokk ganga, og vit ivaðust nokk ogna løtu í, at so skuldi tað eisini fara at ganga.
Tú fekk staðfest herviligu sjúkuna bróstkrabba, fekk viðgerð og so aftur til arbeiðis har tú
Stórtreivst. Alt var nú ikki, sum tað plagdi, tú føldi teg móða og so aftur til kanning, og vísti tað seg, at sjúkan aftur var farin at gera um seg.
Og tú fekk aftur viðger, tú stríddist móti sjúkuni, var so trygg í at hettar skuldi ganga.
Tað vísti seg tó, at hetta fór at verða strýggi, aftur og aftur fekk tú at vita, at sjúkan hevði gjørt meira um seg. Ongantíð gav tú upp men hugsaði um tíni nærmastu, og hvussu tú skuldi hjálpa okkum sum vóru rundan um teg.
Góða Rannvá, tú var heilt einastandandi, fari altíð at minnast til hvussu sterk tú var. Tú tordi og orkaði at síggja veruleikan í eyguni um so var at tú ikki bleiv frísk, og tú fyrireikaði eisini okkum so væl sum ein nú einaferð kann.
Tað lá tær tungt á hjarta at vita, at tú skuldi kanska ikki uppliva barnaárini saman við Jógvan Jón. Men trygg var tú um at hann átti besta pápa og bestu ommur og abba ið hugsast kunnu, og so var tað gott, at tú visti at hann treivst serstakliga væl hjá báðum ommunum og abbanum ikki at gloyma.
Takk Rannvá fyri tað tú var. Altíð klár at hjálpa eitt nú til føðingardagar so var kvarkkakan hjá Rannvá á borðinum, og tú bjóðaði tær so seint sum til føðingardagin hjá Súsannu at gera eina kaku til hennara føðingardag 22. desember. Um tú ikki var so væl fyri, so vildi tú fegin hjálpa, Súsanna og Vavva sum hon rópti teg vóru serstakliga góðar.
Dagin fyri sum Rannvá doyði var eg heima hjá henni. Vit prátaðu sum vanligt, og hon lá og hvíldi seg. Hevði fingið kemoviðger dagin fyri so hon var eitt sindur ússalig. Rannvá helt tá fyri við meg, at nú blivu tað so nógvir dagar í seingini, og tað tímdi hon als ikki. Ikki droymdi eg um, at tað skuldi verða síðstu ferð vit prátaðu saman.
Nakað eftur at vit vóru komin inn í nýggja árið, orkaði Rannvá ikki meira. Sjúkan var vorðin ov tung at bera. Rannvá vildi fegin verða heima, og har fekk hon eisini loyvi at leggja seg til hvíldar fyri seinastu ferð. Eftir at tit høvdu verið í barnaheimi hennara saman við familjuni um árskiftið og komin til hús, var lívsleiðin hjá Rannvá at enda komin.
Stóri skarin ið fylgdi Rannvá til gravar, vísti hvussu nógv avhildin hon var. Vit eru farin inn í nýggja árið, men tað verður ongantíð tað sama. Allir merkisdagar fara at verða øðrvísi elskaða Rannvá, tí nú manglar tú her hjá okkum.
Góða mamman, Tóra, Jógvan Hendrik og syskin við familjum. Vit hava mist so nógv. Vil bara takka tykkum fyri alt ið tit hava gjørt, tí uttan ein so góðan stuðul ið tit hava verið allan vegin ígjøgnum allar túrarnir til Danmarkar og til Landssjúkrahúsið og samstundis var tað so gott og trygt hjá Jógvani Jón, altíð var ein av tykkum um hann. Hetta er dýrabart hjá einum barni, sum er farin ígjøgnum tað sum Jógvan Jón hevur upplivað. Jesus styrki og hjálpi tykkum.
Góði Kristian Oskar og Jógvan Jón. Orð kunnu ikki lýsa, alt tað tit báðir áttu í Rannvá, og so veit eg, at hetta skal vera til styrki hjá tykkum, og minnini um hana eiga tit, og sum tú segði á grøvuni Kristian Oskar, so er hon ein eingil nú, og hon er um tykkum altíð. Tak hettar versið til tín Kristian Oskar.
Og um tú eina kennir teg
og verðin vil tær ilt
um sólin burt vil fjala seg
hjá Jesusi er stilt
Við djúpastu samkenslu Arndis