Rás2 sigur frá fýra dystum hetta vikuskiftið

Leygardagin verður sagt frá NSÍ-Skála og ÍF-Víkingur

Rás2 ger nógv burturúr fótbóltsfrásagnum hetta vikuskiftið. Sagt verður frá heilum fýra av fimm dystum.

Leygardagin klokkan 15 sigur Hilmar Jan Hansen frá grannauppgerðini millum NSÍ og Skála, og Tróndur Arge sigur frá grannauppgerðini millum ÍF og Víking, sum byrjar klokkan 16. Sendingin byrjar klokkan 14. Fyrstu løtuna verður fótbóltspanelið frá fríggjadegnum endursent.

Sunnudagin sigur Hilmar Jan Hansen frá árstalsuppgerðini á Svangaskarði á Toftum millum B68 og B36, og Tróndur Arge sigur frá klassikaranum í Gundadali millum HB og KÍ. Báðir dystirnir byrja klokkan 15. Fylgt verður við gongdini í dystinum millum TB og AB við Stórá í Trongisvági, sum eisini byrjar klokkan 15. Sunnudagin byrjar fótbóltssendingin klokkan 14.30.

Øll kunnu hoyra sendingarnar á www.midlar.fo, og annars á FM 98,7, FM 95,9 og á FM 88,7.

Beinleiðis frásøgn verður eisini á in.fo, og ljóðsamrøður og myndatema verða eisini at finna á in.fo hetta vikuskiftið.