Rás2 sigur frá Skála-AB

Fótbóltssendingin á Ràs2 byrjar klokkan 16.50

Í dag verður aftur fótbóltsfrásøgn á Rás2.


Tróndur Arge fer at siga frá sera týdningarmikla botndystinum á Skála millum Skála og AB. Dysturin byrjar klokkan 17.30.

 

Fótbóltssendingin á Rás2 byrjar klokkan 16.50. Fyrst seta vit niðan í Gundadal og fáa viðmerkingar frá HB og B36 spælarum. Eftir hetta verður ringt til Klaksvíkar, har samrøður verða gjørdar við KÍ og EB/Streyms spælarar.

 

Áðrenn sett verður inn á Skála koma fjepparar hjá HB og B36 at vitja sendingina.

 

Aftur í dag ber til at vinna eitt atgongumerki til EM-undankappingardystin millum Føroyar og Finnland, sum verður á Tórsvølli, sunnudagin 7. september. Besta smsið, ið verður sent inn til 559999 vinnur eitt atgongumerkið.