Rasmus er bara hálvur og Peter venur ikki

Skerdir neistamenn og skerdir hoyvíkingar bresta saman í steypahálvfinaluni klokkan 20.00

Faxe Kondi-kappingin, MENN

Fyrra hálvfinala

Klokkan 20.00 VÍF – Kyndil (Beinleiðis á FM1)

Klokkan 20.00 Neistin – H71 (Beinleiðis á FM1)

Skaðar hava gjørt um seg í øllum fýra hálvfinaluhópunum, sum spæla fyrru hálvfinaluna í Faxe Kondi-kappingini í kvøld.

Neistin og H71 spæla fyri fimtu ferð hetta kappingarárið. FM-finalistarnir frá seinastu tveimum árunum byrjaðu árið við stórsteypadysti, sum H71 vann við tíggju málum. Bert eina viku seinni spældu liðini fyrsta landskappingardystin, sum H71 vann við tveimum málum. Síðani hava liðini bæði spælt tveir dystir afturat í landskappingini. Í báðum førum vann H71 við einum máli, eftir at Neistin hevði tikið stóra leiðslu aftur.

Frá in.fo:

Elias-show: H71 vísti øgiliga styrki og vann Lionsbikarið

H71 vann dramatiskan - og dapran - dyst

H71 økti í oddinum

Peter Krogh er vónbrotin hóast sigurin á Neistanum (FM1)

H71-Neistin 23-22 (Okkara) (FM1)

Rasmus er bara hálvur

Í mun til fyrstu dystirnar hava skaðar gjørt um seg í báðum hópunum.

Í fyrsta landskappingardystinum ímillum liðini bæði gjørdist Tróndur Kragesteen illa skaddur og hevur tikið við sum venjari restina av kappingarárinum.

Hin stóra neistastjørnan, Rasmus Søby, gjørdist so skaddur í 23-22 dystinum ímóti H71 beint fyri jól.

Hann hevur ikki verið á vøllinum síðani, men Rasmus Søby sigur við in.fo, at hann ger seg til reiðar at spæla í kvøld, og verður á leikaralistanum.

- Tað gongur spakuliga framá, sigur Føroya besti leikari seinastu tvey árini.

- Málið hjá mær er, at vera til reiðar 23. februar, tá ið landskappingin byrjar aftur ímóti KÍF.

- Eg venji við í løtuni og vóni eisini at kunna geva okkurt í hálvfinalunum, men eg eri langt frá toppforminum. So leiktíð í steypakappingini er bara bonus hjá mær.

- Mítt fokus er á FM, staðfestir Rasmus Søby.

Tróndur Kragesteen, venjari hjá Neistanum, at Karl Martin Olsen, sum hevur spælt fast á høgra vongi, er burturstaddur, meðan Pauli Høj, ið er ein av avloysarunum er skaddur.

- Rasmus er bara hálvur, tekur venjarin til.

Peter venur ikki við og ungu stjørnuskotini stríðast

Í mun til stórsteypadystin í september, so hevur stóri leikarin frá tí dystinum, Elias Ellefsen á Skipagøtu stríðst við fleiri skaðar síðani. Tað hevur liðfelagin á European Open-liðnum, Pauli Mittún eisini.

Einar Jónsson, H71-venjarin, sigur við in.fo, at hann at teir báðir ungu – umframt ein hin royndasti leikarin, Hans Kári Hansen, stríðast við skaðar.

- Men eg vóni at teir fáa spælt okkurt, sigur H71-venjarin.

Ein annar lyklaleikari hjá H71, Peter Krogh, venur heldur ikki við fyri tíðina.

Hann er í Danmark í útbúgvingarørindum, sum partur av sínari læru í Føroyum, og skeiðið verður ikki liðugt fyrr enn 20. mars, greiðir føroyski landsliðsleikarin frá fyri in.fo. Hann kemur kortini heim at spæla dystir, hóast hann millum annað fekk frí til seinasta dystin í bólkaspælinum ímóti VÍF. Og hann er eisini komin heim til dystin í kvøld.

Neistin og H71 spæla fyrra hálvfinaludystin í Høllini á Hálsi klokkan 20.00 í kvøld


h3.cjk { font-family: "Noto Sans CJK SC"; }h3.ctl { font-family: "Lohit Devanagari"; }p { margin-bottom: 0.1in; line-height: 115%; }a:link { }