Sløkkisliðstjórin hjá Tórshavnar Kommunu sigur, at Realskúlin er ein brandfella, sum als ikki kann brúkast til skúlagongd. Einasti háttur at fáa bygningin til ein nøktandi skúlabygning er at ríva hann niður.
- Nú hava vit júst sæð dømi um, hvussu skjótt tað kann ganga galið, tá eldur kemur í gamlar bygningar, sigur sløkkiliðsstjórin í Tórshavnar Kommunu, Kartni Jacobsen. - - Realskúlin er minst líka vandamikil sum gentukostdeildin. Kemur tað eldur í Realskúlan, gongur tað minst líka skjótt til hann er niðurbrunnin.
Turkaður viður brennur skjótt, greiðir Kartni Jacobsen frá. Realskúlin er gamal timburbygningur frá 1916, veggirnir innan eru allir gomul brettir. Gongirnar eru ikki sundurskildar, tað sama er galdandi fyri stovurnar, og rýmingarleiðir mangla.
- Onki av tilfarinum lýkur dagsins krøv, og um bygningurin skal gerast nóg tryggur til skúlabrúk, má hann fyrst rívast niður, staðfestir sløkkiliðsstjórin.
Brunakrøvini eru nógv strangari til skúlabygningar enn til fyrisitingarbygningar.
- Foreldur skuldu verið glað fyri at kommunan velur at verja børn teirra, sigur Kartni Jacobsen.
Sløkkiliðsstjórin hjá Tórshavnar Kommunu sigur, vit ikki kunnu siga, at Realskúlin kann brúkast, bara tí vit hava fleiri líknandi skúlabygningar.
Stjórin á Brunaumsjón Landsins hevur í skrivi til Tórshavnar Kommunuskúla sagt, at skúlin kann setast í fult forsvarligan stand til skúlabrúkst uttan fullkomiliga at broyta hann. Men hesum er sløkkiliðstjórin als ikki samdur í.
- Ein umvæling má lúka dagsins krøv, støðan við Realskúlanum kann tí ikki samanberast við aðrar skúlar. Alt sum vit gera í dag, má lúka krøvini, sum vit hava í dag.
- Núverandi umvælingin er ein isolering av klædninginum. Onki verður gjørt innan. Hetta er nøktandi fyri ein fyrisitingarbygning. Fyrisitingarhølini í stóra bygninginum kunnu hinvegin lættliga umbyggjast til skúlastovur.
Foreldur orka ikki at skelda
Elin Jóhanna Høgenni, foreldraumboð, sigur at foreldrini ynskja at bæði trygd og námsfrøði skal raðfestast høgt.
- Tað eina kann ikki útiloka hitt. Trygdin má vera í ordan, men innrætting av hølum eigur ikki mótarbeiða námsfrøðini. Lærarnir mugu hoyrast í samband við skúlabygging, og knappligar loysnir eru ikki nøktandi.
Sambært Elin Jóhannu Høgenni, orka foreldur ikki at halda áfram at skelda. Nú má friður skapast um arbeiði.
Foreldraumboðini í skúlastýrinum á Kommunskúlanum taka undir við námsfrøðiliga leistinum við smáum skúlum í tí stóra skúlanum. Hesin leistur er longu roynt við yngstu flokkunum á Kongagøtu. Hanus Joensen, skúlastjóri, sigur, at royndirnar á Kongagøtu vísa, at hesin leisturin er tann rætti.
Og tá stjórin fyri Brunaumsjón Landsins sigur, at Realskúlin við smaúm umvælingum kann nýtast sum skúlabygningur, ynskir skúlastjórin at halda fast við ta loysnina.
Frustreraðir lærarar
Tá realskúlin varð stongdur, setti Kommunuskúlin ein arbeiðsbólk at fylgja við umvælingini og vera í dialog við kommununa. Jákup Thomsen, lærari á skúlanum og limur í arbeiðsbólkinum, sigur, at tey hava fingið fleiri lyftir um at verða hoyrd og upplýst. Men tey hava onki fingið at vita.
- Avgerðin at stongja skúlan varð tikin av óðum monnum ein fríggjamorgun orsakað av skriving í bløðunum. Fyri einum ári síðani var Heðin Mortensen jaligur um eitt skitsuprojekt, sum Kommunskúlin hevði latið gera. Henda ætlanin samsvaraði við námsfrøðiliga toymisbygnaðin. Men síðani Realskúlin varð stongdur, er allur dialogur steðgaður. Lærarnir verða als ikki tiknir upp á ráð.
Jákup Thomsen sigur, at lærarnir eru troyttir og óðir. Allar royndir at mótmæla hava verið nyttuleysar.
- Vit hava gjørt tað, sum vit kundu. Sagt verður, at tað bara eru teir gomlu, tvøru lærarnir sum eru ímóti. Men allir lærarnir hava undirskrivað mótmælisskriv, eitt samt foreldraráð hevur mótmælt, og Lærarafelagið hevur eisini orðað sína ónøgd. Men alt hevur verið til onga nyttu. Og nú, mitt undir próvtøkuni, kallar borgarstjórin inn til snarfund.