Regin Dahl og Heri Eysturlíð vuksu báðir upp í Sandágerði, og Heri sigur, at tað helst er her, at áhugi hansara fyri tónleikinum og yrkinginunum hjá Regini Dahl stavar.
Sunnudagin fer Heri at greiða frá tónasmiðjinum og at tulka løg hannsara við sangi og fylgispæli á klaver og harmoniku. Eisini verður nakað av felagssangi við kendum løgum hjá Regin Dahl.
Heri Eysturlíð fer eisini at spæla orgul til guðstænastuna, har Bergur Jacobsen prestur fer at tosa um ríka mann og Lazarus.