Regnaði við stjørnum

11 ára gamla Sólfríð Bech av Tvøroyri gjørdist vinnarin av Nósa Barnaprix 2002. Hervið kom hon eitt stig víðari á leiðini móti dreyminum um at gerast ein altjóða kend songkvinna

Nósa Barnaprix 2002

Lagt varð upp til eitt stórsligið kvøld, tá finalan á Nósa Barnaprix 2002 fór av bakkastokki leygarkvøldið á Kambsdali.
Mitt í høllini stóð ein stórur pallur, sum var skrýddur vid ymsum silvurlittum litum, og á pallinum sjálvum vóru ljóskastarar settir á hyllar. Hesir ljóskastarar skuldu kasta ljós yvir teir sjey finalistarnar, sum gjøgnum undanumfør kring landið høvdu ognað sær pláss í finaluni um at gerast nýggja stjørnuskotið her á landi.
Vertir vóru Angela úr Fres og kúllaligi Baby James, og saman við Nósa leiddu tey mongu áhoyrarnar gjøgnum eitt hugnaligt kvøld, har børnini rættiliga sloppu framat.
Nógvar stjørnur
Angela byrjaði kvøldið við at siga, at sjálvdan høvdu so nógvar stjørnur verid savnaðar undir einum taki. Og hóast eingin av teim luttakandi finalistunum enn var fyltur 14 ár, so stóðu tey einki aftan fyri tær heimskendu stjørnurnar, sum vit dagliga síggja á sjónvarpskíggjum í heimum okkara.
Teir sjey finalistarnir høvdu valt sær hvør sítt føroyskt lag, sum tey skuldu framføra á pallinum.
Hetta varð gjørt saman við tónleiki, sum longu var lagdur inn á fløgu, og síðan var bert eftir hjá børnunum at leggja rødd til.
Nógv tey flestu løgini vóru løg, sum vit kenna aftur frá Brandi Enni, men eisini Kular Røtur og Eg Eri Ein K vóru millum tey, sum børnini høvdu valt at framføra.
Nógv varð gjørt burtur úr hvørji framførslu, og skilliga sást, at børnini høvdu vant í langa tíd. Dansistev, klæðir og hár gekk alt upp í eina hægri eind, og saman við teim framúr røddunum gjørdi hetta sítt til, at undirhaldið á pallinum var av besta slag.
Endamálið við tiltakinum var at geva børnum og ungum í Føroyum ein møguleika at vísa, hvat tey duga til, og tað sluppu tey so sanniliga hetta kvøldið.
Ein fyri og annar eftir trinu tey inn á pallin saman við dansarunum, og eftir framførsluna vard hvør einasti luttakari fagnaður vid lógvabrestum av allar besta slagnum.
Og eingin ivi var um, at hetta vóru børn, sum bæði dugdu og tordu at vísa fram síni evni.
Brandur vitjaði
Tá allir luttakararnir høvdu verið á pallinum, var ein lítil steðgur á skránni, meðan dómararnir skuldu finna fram til, hvør av teimum sjey finalistunum skuldi sleppa at kalla seg vinnara av fyrsta føroyska barnaprixnum nakrantíð.
Hetta kann ikki hava verið nøkur løtt uppgáva, og av tí sama gekk eisini ein løta, áðrenn úrslitið varð kunngjørt.
Hetta bilti kanska einki, tí í steðginum fingu áhoyrararnir vitjan av sjálvum Brandi Enni, sum saman við framúr dugnaliga gittarleikarinum Benjamin skuldi undirhalda fjøldini.
Hetta dámdi serliga yngra lurtaraskaranum serstakliga væl. Teir báðir leiktu eini trý løg, og aftan á framførsluna høvdu teir eisini tíð til at skriva nakrar autografar til teirra, sum ynsktu at fáa eitt minni um hetta hugnaliga kvøld heim vid í taskuni.
Sólfríð vann 10.000 kr
Eftir hetta kom so løtan, sum øll høvdu bíðað so spent eftir.
Saman vid Angelu og James Olsen komu allir finalistarnir inn á pallin enn einaferð. Spenningurin stóð máladur í andlitum teirra, tí tey vistu fullvæl, at einans ein kundi gerast nummar eitt.
Frá dómarunum hevði James fingið tríggjar seðlar vid á pallin, og á somu seðlum stóð skrivað, hvør skuldi gerast ávíkavist nummar eitt, tvey og trý.
Men áðrenn nakar varð lisið upp, skuldi Angela heilsa frá dómarunum, at avgerðin hevði veriðstak torfør. Tætt var millum luttakararnar, men stigatalið vísti tó, hvør skuldi sleppa avstað við stóra vinninginum, sum var eitt gávukort áljóðandi 10.000 krónur.
Áhoyrararnir vildu tó heldur at vita, hvør tann heldigi var, og endiliga opnaði James seðlarnar.
Meðan øll høllin kókaði av spenningi vard so endaliga greitt, at Durtia Djurhuus gjørdist nummar trý, meðan Bjarki Hansen endaði á einum flottum øðrum plássi.
Nummar eitt og vinnarin av gávukortinum gjørdist 11 ára gamla Sólfríð Bech av Tvøroyri.
Hetta dámdu áhoyrarunum væl, og undir miklum lógvabrestum slapp Sólfríð fram at mikrofonini, har hon enn einaferð framførdi lagið »Kalla Meg Babe« hjá Kulum Rótum.
Eftir hetta tømdist høllin spakuliga aftur, og Nósa Barnaprix 2002 varð komið at enda. Hetta hevur verið eitt stak væl eyndað tiltak, sum børn kring alt Føroyar hava verið glað fyri.