Axel Hansen, nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag, svarar nú advokatinum hjá reiðarafelagnum, Óla Jákup Kristoffersen, aftur.
Axel Hansen sigur, at tað er framferðin hjá reiðaranum, sum er ódámlig í hesum málinum.
- Líka síðani Norðingur kom í flotan, hevur Fiskimannafelagið væl og virðiliga, bæði á skrift og í talu, gjørt reiðarínum púra greitt, at tað er ídnaðarsáttmálin, sum skal fylgjast, tí Norðingur hoyrir til ídnaðarbólkin. Tí er tað beinleiðis ósatt, tá Hanus Hansen í útvarpinum uttan mótsvar sleppur at siga, at hann onga fatan hevði av, at Fiskimannafelagið ikki góðtók, at teir brúktu nótasáttmálan, sigur Axel Hansen.
Axel Hansen sigur, at reiðaríið velur bara ein sáttmála, sum tað finnur fyri gott at løna eftir, og brúkar so manningina sum jarnbrot at trumfa sína ætlan ígjøgnum við.
Axel Hansen sigur, at tað er væl skiljandi, at manningin er nøgd við hýruna, tá prísirnir eru so góðir sum nú, men hvussu hevði støðan verið, um prísirnir vóru lægri?
- Vænti, at tað hevði verið lætt at manna eitt føroyskt uppsjóvarskip einar 100 ferðir við einum býtisprosenti á 10, um tað skuldi verið. So var tað meira í yvirskoti hjá summum reiðaríum ella tað meira at senda til Hollands hjá øðrum reiðaríum, sigur hann.
- Men Føroya Fiskimannafelag tingast ikki við gíslatakarar, og tað hava aðrir gíslar higartil verið fegnir um, sigur Axel Hansen, og vísir á, at hetta er ikki fyrstu ferð, at reiðarar royna at nýta manningina at trýsta Fiskimannafelagið at góðtaka at løna eftir nótasáttmálanum heldur enn ídnaðarsáttmálanum. Fiskimannafelagið plagar tó at vinna fram.
- Hanus Hansen er næstformaður í Føroya Reiðarafelag, og Óla Jákup Kristoffersen er ein royndur vinnuadvokatur. Teir vita væl, hvussu sáttmálar virka. Og teir vita eisini væl, at tað er at undirgrava sáttmálan, tá teir bara fara uttanum hann og gera avtalu við einstaka manning, sum eisini klárt og greitt fær at vita, at skipið verður selt aftur, um reiðaríið ikki fær sín vilja. Kortini gera teir júst hetta við beráddum huga. Og tað er tað, sum er ódámligt í hesum málinum, sigur Axel Hansen.