Tað reiðarin á Anitu, sum sjálvur hevur ábyrgdina av, at manningin rindar tann skatt, hon eigur at rinda. Tað staðfestir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Gunvør Balle, tingkvinna, hevur nú fingið svar upp á teir fyrstu av mongum spurningum, hon hevur sett Jørgen Niclasen, Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, og Johan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum, um Anitu. Fyribils er tað Jørgen Niclasen, sum hevur svarað og hann sigur stutt, at útlendsk manning við føroyskum skipum er avmarkað skattskyldug til Føroyar. Hetta merkir, at manningin rindar ein bruttoskatt upp á 42 prosent. Sostatt fær hon ongan frádrátt, heldur ikki fiskimannafrádrátt. Umframt vanliga inntøkuskattin rinda reiðarí og útlendsk manning 1,75 prosent í part til Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin. Jørgen Niclasen sigur tað er reiðarin, sum hevur ábyrgdina av at gjalda hýruna umvegis eitt avrokningarstað, landsstýrið hevur góðkent og avrokningarstaðið tekur sostatt skattin av lønini og flytur landskassanum skattin. Men Jørgen Niclasen sigur, at tað er ikki hann, sum umsitur lønarviðurskiftini á privata arbeiðsmarknaðinum. Tískil svarar hann ikki upp á spurningin frá Gunvør Balle um tað er nakar myndugleiki, sum hevur eftirlit við, at manningin fær hýruna. Hann svarar heldur ikki spurningin um, hvør tað er, sum tekur sær av lønarviðurskiftunum hjá manninginum. |