Reisa nú síðstu smátturnar

Í hesum døgum koma smátta nummar 9 og 10 upp í smáttubýlinginum í Vági.

Í hesum døgum koma smátta nummar 9 og 10 upp í smáttubýlinginum í Vági.

 

Harvið eru allar ætlaðu smátturnar bygdar, og hesin nýggi býlingurin hevur fingið skap.

 

Mitt millum smátturnar er eitt úthús við trægarði. Hetta er eitt hitarúm, har heitur pottur er uttanfyri. Pottur og hitarúm er til gestirnar í smáttunum at nýta, og tó hetta er úti, so sæst ikki innar til pottin, tí  garðurin uttanum pottin er somikið høgur, at ikki sæst innar.

 

Nakrar av smáttunum eru seldar privatum, men felags fyri allar 10 smátturnar er, at allar verða partvís leigaðar út og allar verða eisini til taks hjá nýggja ítróttarháskúlanum í Vági.