Rektarin á Glasi verður ráðgevi í Danmark

Bogi Bech Jensen, fyrrverandi rektari á Glasi, er farin í nýtt starv í Danmark. Hann skal komandi seks mánaðirnar vera serligur ráðgevi hjá Summit Consulting A/S.

– Har skal eg vera í miðal í tveir dagar um vikuna, har eg skal arbeiða við børsskrásettum og privatum fyritøkum umframt kommunalum og almennum stovnum, skrivar Bogi Bech Jensen á Linkedin.

– Eg eri fegin og eyðmjúkur at skula starvast saman við einum av fremstu ráðgevarahúsunum í Danmark innan leiðslu- og organisatiónsmenning.

– Eg kenni tað sum ein framíhjárætt at kunna brúka mína praktisku leiðsluroyndir saman við øllum teimum kompetansum og royndum, sum ráðverararnir í Summit Consulting hava. Frá 2015-2019 hevði eg tann heiður at hava um hendi leiðsluna av samanleggingini av Glasir, sum er størsti útbúgvingarstovnur í Føroyum og ein av størstu ungdómsskúlum í danska kongaríkinum.

– Eg var settur av Mentamálaráðnum til at leggja tríggjar skúlar saman í ein og fáa skúlan at virka og kennast sum ein skúla. Við góðum starvsfeløgum upplivdu vit eftir fýra ár, at tað var friður á skúlanum, trivnaður var góður, skúlin virkaði væl sum ein skúli. Málið var tí nátt, og eg valdi at siga meg úr starvi og lata aðrar kreftir taka við leiðsluni frameftir.

– Eg fái nú møguleikan at brúka mínar leiðsluroyndir og serliga frá samanleggingini av Glasir í samstarvi við Summit Consulting, so kundarnir fáa ein enn sterkari ráðgeva og sparringspartnara, sigur hann.

Bogi Bech Jensen byrjaði í nýggja starvinum 1. februar.