Remi og Eyðfríð skjótast um vánna í Fuglafirði

 

Fuglafjarðar Svimjifelag skipaði nú leygardagin 13. september fyri havsvimjing á sjónum í Fuglafirði, sum partur av Mentanardøgunum har norðuri.  

 

Svomnir vórðu ein longri teinur frá ytra arminum í bátahylinum (við Pilot) og heim á sand, og ein stytri frá bátahylinum við Mentunarhúsið. Í báðum førum var málið við Gjógvará. 

 

Á longra teininum gjørdist úrslitið at Remi Lamhauge frá rørsluliðnum hjá Havnar Svimjifelag var skjótastur, og síðani Eyðun Bærendsen og Poul Joensen hjá monnum. 

 

Hjá kvinnum var Eyðfríð Vík úr Fuglafirði skjótast, og síðani Elin Olsen og Anida Johannesen úr rørsluliðnum hjá Havnar Svimjifelag. 

 

Stytra teinin vóru tað serliga børn úr Fuglafjarðar Svimjifelag sum svumu, og varð Bjarti Hoybro har skjótastur av øllum, og síðani Bjartur Nón og Jákup Torsteinson næst- og triðskjótastu dreingir.

 

Hjá gentum var Estir Borðoy skjótast á stytra teininum, og síðani Margretha Hansen og Sólfríð Hansen. 

 

Vinnararnir fingu allir stásilig steyp latin av KJ-Hydraulik.