Í farnu viku tosaði ein stoltur René Joensen við Rás 2 í Keypmannahavn, eftir at danska felagið, Brøndby IF, hevði bjóðað honum ein nýggjan sáttmála. Nú hevur 19-ára gamli U-21 landsliðsleikarin skrivað undir upp á sáttmálan.
Tað skrivar heimasíðan hjá felagnum í dag. René spælir til dagligt á U-19 liðnum og er umskúlaður til miðverja. Kim Vilfort, sum er menningarstjóri hjá Brøndby rósar René og sigur at hann er ein, ið arbeiður hart.
Eisini ítróttarstjórin í felagnum, Ole Bjur, hevur nógv gott at bera unga føroyinginum. Hann vísur millum annað á, at René hevur ment seg nógv seinasta árið og vónar at menningin heldur fram.
(Mynd - brondby.com: René Joensen og Ole Bjur, ítróttarstjóri í Brøndby IF)